Mentan

Roskilde Festivalurin: 5.000 atgongumerki verða sett av til tey ungu

Tað eru tey ungu, sum hava verið serliga hart rakt av koronastongslinum, og skulu tey hava ein eyka møguleika at sleppa á festival komandi ár, siga fyriskiparar av størsta tónleikafestivali í Norðurlondum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-10-13 16:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

í 2020 og 2021 var eingin Roskilde festivalur, tí at hann, eins og flestu aðrir festivalar, varð avlýstur vegna koronu, men arbeiðið at leggja Roskilde Festivalin 2022 til rættis er í gongd, og seinni í heyst fara fyriskiparar at seta 5000 eyka atgongumerki til sølu. Talan er um atgongumerki, sum geva atgongd til allar festivaldagarnar, og hesi verða eyðmerkt til ung undir 25 ár.

Anders Wahrén, programleiðari, sigur, at tað eru tey ungu, sum hava verið serliga hart rakt av koronastongslinum, og skulu tey tí hava ein eyka møguleika at sleppa á festival komandi ár.

– Vit ynskja at taka atlit til tær árgangir, sum í 2020 og 2021 mistu møguleikan at fara á Roskilde Festival á fyrsta sinni, sigur hann sambært Ritzau.

Sambært Roskilde Festivalinum eru tey flestu nevniliga undir 25 ár, tá tey fara á Roskilde Festival á fyrsta sinni.

Væntandi verða 85.000 gestir á komandi Roskilde Festivalinum.

Roskilde Festivalurin er størsti tónleikafestivalur í Norðurlondum og næststørsti festivalurin í Evropa. Festivalurin varð fyrstu ferð hildin í 1971, og komandi festivalurin, sum eftir ætlan verður hildin í døgunum 25. juli til 2. juli 2022, verður nummar 50.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder