2019-02-26 08:31
Summi fólk eru allarhelst blivin eitt sindur bilsin í Søldarfirði og á Lambareiði í morgun, tá tey vóru á veg til arbeiðis. Løgreglan fekk fleiri fráboðanir um at tvey ross runnu á vegnum í Søldarfirði.
Tað var um hálvgum átta tíðina í morgun, at fleiri bilførarar boðaðu frá rossunum. Myndin av rossunum er tikin í Lambareiði.
Løgreglan sendi boð eftir aktingarmanninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald