Komandi mikudag verður filmurin “Persian Lessons” hjá ukrainskfødda filmsleikstjóranum Vadim Perelman vístur í Filmsfelagnum í Havn.
Talan er um ein nógv róstan holocaust-film, sum var upp á tal at fáa eina Oscar-virðisløn í ár.
Men nú veit filmstíðarritið Variety at siga, at filmurin er tikin úr kappingini, tí hann lýkur ikki treytirnar.
Filmurin er tilmeldaður sum ein hvítarussiskur filmur, men sum skilst hevur akademiið, sum letur Oscar-virðislønirnar nú sátt iva um, hvørt filmurin er hvítarussiskur. Tað verður ikki mett, at filmurin lýkur krøvini um, at meginparturin av kreativu avgerðunum verða tiknar í landinum, sum hevur meldað filmin til, skrivar Variety.
Argentinski Nathuel Pérez Biscayart og týski Lars Eidinger hava høvuðsleiklutirnar sum ávikavist ein jødiskur fangi í týskari týningarlegu og ein nasi-yvirmaður. Fangin gevur seg út til at vera Irani og verður tvungin til at læra nasistin persiskt, eitt mál, sum hann ikki dugir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald