Innanlands

Royal Run ávirkar ferðsluna í býnum

Landsverk boðar frá nógvum broytingum í ferðsluni í Klaksvík í morgin

2019-05-31 08:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í sambandi við Royal Run í morgin, leygardagin 1. juni, verða fleiri vegir í Klaksvík stongdir fyri ferðslu í longri og styttri tíðarskeið.

Royal Run verður í Klaksvík í morgin, har yvir 3.700 luttakarar fara at renna. Tiltakið fer at ávirka ferðsluna í býnum hendan dagin, boðar Landsverk frá.

Partar av býnum verða stongdir fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu ávís tíðarskeið. Harafturat verður landsvegurin frá Oyravegnum til Klaksvíkar stongdur fyri allari ferðslu millum klokkan 10.00 og 14.00.

Sí annars yvirlit yvir stongdar vegir í Klaksvík leygardagin her og ferðsluna her.

Kortið er gjørt í samráð við tilbúgvingina í Norðoyggjum, Landsverk og ferðslutoymið hjá løgregluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder