Skúlabussurin - roykur - Tunnlarnir norður um Fjall. Hesi trý orðini ynskir man ikki at møta í sama setningi.
Soleiðis byrjar Irdi Jacobsen úr Norðdepli sítt uppslag í bólkin "Tunlar norður um fjall nú!". Á bólkinum verða javnan deildar myndir og søgur um trupulleikar í nógv umtalaðu tunnlinum.
Nú seinnapartin var støðan tann, at tá bussurin við børnum og ungum, ið ganga í skúla í Klaksvík, var at á veg norður um fjall kom brádliga roykur í bussin. Hetta var í tí norðara tunnlinum; tí seinna um ein koyrir úr Klaksvík og ímóti Norðdepli og Hvannasundi.
Í uppslagnum verðrur greittt frá, at bussførarin koyrdi bussin inn í eitt víkiplass miðskeiðis í norðrara tunlinum, og fór út at vita hvat var á vási. Tá ringjast skuldi eftir hjálp fekst ikki samband í tunlinum. Hjálpin kom, tá ein næmingur gekk so móti norðrara enda og fekk tá boða einum bilførara frá, sum so fekk biði um hjálp.
Sambært busseigaranum var tíbetur ikki talan um stóran trupulleika, men Irdy skrivar:
- Í dag spældi væl av - tíbetur - men hvat hevði hent um tað veruliga var eldur í? Vit sum hava Tunnlarnar norður um Fjall sum einastu farleið, liva hvønn dag, alt árið, í vanda fyri at enda í størstu katastrofu - at verða innibrend.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald