
Yvir 3.000 atgongumerki til EM-dystirnar í januar eru seld fyrrpartin.
Sí eisini: HSF-stjórin: - Tað snúði seg um nakrar minuttir
Tey, sum keypa ella hava keypt frá ferðaskrivstovum, fáa flogferðaseðlar við í pakkanum. Onnur skulu liggja framvið nú.
Tað vera tó heili 24 fráferðir úr Føroyum beint uppundir fysta bólkaspælsdystin hjá Føroyum í Oslo-økinum, so pláss er fyri nógvum føroyingum.
Samanlagt flýgur Atlantic Airways heilar 48 ferðir millum Vágar og Gardemoen í sambandi við EM-endaspælið.
Yvirlit yvir fráferðir sæst HER
Eftir ætlan skuldu allar ferðirnar verða settar til sølu klokkan 10. Tað vóru tekniskir trupulleikar, sum forðaðu fyri, at hetta lat seg gera.
Sølan varð útsett, og fyri løtu síðani boðaði Atlantic Airways frá, at hon heldur byrjar klokkan 13.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald