Í gjárkvøldið, mánakvøldið 30. januar, var borgarafundur í Skúlanum á Argjahamri, har ein av størstu bústaðarverkætlanum hjá Tórshavnar kommunu nakrantíð varð løgd fram. Óluva Zachariassen var orðstýrari á borgarafundinum, og og var tað borgarstjórin, sum fyrst tosaði um opinleika og álit:
- Heðin Mortensen, borgarstjóri, legði fyri og greiddi frá, at í samgonguavtaluni fyri hetta valskeiðið er staðfest, at allir borgarar skulu kenna seg hoyrdar og virdar, tá kommunan tekur avgerðir, sum ávirka liviumstøður og gerandisdag teirra. Tí skal samstarvast opið og breitt við virðing fyri og áliti á hvønn annan við gjøgnumskygni og rættartrygd fyri allar borgarar. Millum annað tí varð skipað fyri borgarafundi.
Borgarstjórin greiddi frá, at fólkavøksturin er størst í høvuðsstaðnum, men at býarmenning ikki bert snýr seg um at byggja hús ella íbúðir – tí byrjaði kommunan í fjør við stóra trivnaðarøkinum og viðarlundini niðanfyri Argjahamar. Býarmenning í hesum føri merkir eisini, at skúlin verður framtíðartryggjaður og at dagstovnurin verður útbygdur. Og samstundis verða bygdir fjølbroyttir bústaðir, bæði eigara- og leigubústaðir, skrivar torshavn.fo.
Mynd: torshavn.fo
Borið varð fram, at roynt hevur verið at skipa útstykkingina á Argjahamri út frá verandi grannalagi, sum er samansett við sethúsum og raðhúsum. Sostatt hevur tað verið ynskiligt, at komandi bygging í økinum fær nakað líknandi dám.
Tað vóru Birita Wardum, býararkitektur, og Fríður P. Dalsgarð, býarverkfrøðingur, sum løgdu fram verkætlanina, har pláss verður fyri áleið 190 búeindum, umframt pláss til bygging av stovnum og miðstaðarvirksemi. Samlaða byggibúningin verður eftir ætlan liðug á sumri 2024, upplýsir Tórshavnar kommuna, og
- Her verður talan um blandaða bygging, har eitt øki er lagt av til handil/tænastuvirksemi, umframt 82 raðhús, av teimum kunnu 37 eisini innrættast við 2 íbúðum í hvørjum.
- Harumframt er útstykkingin í sunnara endanum skipað við áleið 46 sethúsum, einum grundøki til bústovn framvið høvuðsvegnum, og einum øki til bygging av bygningi til miðstaðaendamál við áleið 22 íbúðum í ovaru hæddunum.
Tilgongdin er tann, at eftir hetta punktið er framt verður farið undir at selja tey byggibúnu økini. Soleiðis fáa keyparar góðan møguleika at fyrireika sínar verkætlanir, meðan økini verða gjørd byggibúgvin og vegirnir verða gjørdir lidnir.
Birita Wardum, býararkitektur, og Fríður P. Dalsgarð, býarverkfrøðingur løgdu ætlanina fram og greiddu frá, hvussu
Tórshavnar kommuna skrivar eisini, at væl av fólki var møtt til borgarafundin á Argjum, og at nógvar viðmerkingar og nógvir spurningar vóru frammi.
Tróndur Sigurdsson segði eftir fundin, at alt málið sum tað er, verður gjøgnumgingið einaferð aftrat, áðrenn útbjóðingin fer fram. Tá verða eisini allar viðmerkingar tiknar til eftirtektar – serliga nevndi hann spurningar um tílíkt sum frílendi, torg og rúmd fyri smáídnaði í økinum.
Myndir: torshavn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald