Innanlands

Royndarskipanin við sálarfrøðingi á Skúlatrøð eftirmett

Royndarskipanin var galdandi í trý ár, og hevur kostað uml. 800.000 krónur, sigur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-22 14:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Royndarskipanin við sálarfrøðingi á Skúlatrøð í Klaksvík er eftirmett, og eftirmetingin vísir m.a., at starvsfólk á skúlanum hava verið glað fyri skipanina, sum tey meta hevur verið til gagns fyri skúlan og teir næmingar, sum hava brúkt tilboðið.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum í svari til fyrispurning frá Eyðgunn Samuelsen, tingkvinnu fyri Javnðarflokkin.

Landsstýrismaðurin vísir á, at skipanin hevur verið ætlað næmingum, ið ikki longu eru knýttir at øðrum skipanum, so sum Sernámi, Barnaverndartænastuni ella Barna-og Ungdóms Psykiatriini. Eftirmetingin vísir ikki nakra minking í talinum á næmingum, sum hava tørv á tænastum frá Sernámiella frá Undirvísingarstýrinum.

Harafturat vísir eftirmetingin, at royndarskipanin er merkt av at vera ein avbyrgdskipan, sum møguliga ikki á nøktandi støði samstarvar við aðrar skipanir, tó við lutvísum undantaki av samstarvi við heilsufrøðingarna, sigur landsstýrismaðurin.

Royndarskipanin var galdandi í trý ár, og hevur kostað uml. 800.000 krónur.

Kostnaðurin fyri ein skúlasálarfrøðing við einum brøki á 0,4 er á leið 250.000 krónur, og hevði tað kostað áleið fýra milliónir, um ein líknandi skipan skuldi setast í verk kring alt landið, og áleið átta milliónir fyri eina tilsvarandi skipan í fulla tíð, sigur landsstýrismaðurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder