Skúlablaðið: Íheysthálvuni í 2023 varð ein verkætlan roynd í Vágs skúla. Allir næmingar fingu tríggjar eyka rørsluløtur um vikuna aftrat ítróttartímanum í 10 vikur. Løturnar vóru 40 minuttir hvør og skipaðar eftir FIT FIRST-leisti, sum er ein skúlalagaður undirvísingarleistur við stuttligum og rørslukveikjandi spølum við íblástri úr ymiskum ítróttargreinum ætlaður at røkka høgum rørsluvirkni.
Fyri at eftirmeta úrtøkurnar varð samanborið við Tvøroyrar skúla, sum hevði vanliga skúlagongd í sama tíðarskeiði.
Kropsligu úrslitini vóru greið. Næmingar í Vágs skúla tóku seg nógv fram í kanningunum. Tvørtur um aldur og kyn øktist vøddamongdin, samstundis sum fiti minkaði, og næmingarnir gjørdust kvikari og orkaðu betur at renna.
Í miðal tóku tey seg umleið 30 prosent fram í úthaldni. Tað er annars vanligt í tílíkum skúlaátøkum, at ongar ella bara smáar broytingar síggjast. Tá spurt varð um lívsgóðsku, svaraðu næmingarnir eisini, at tey kendu seg betur fyri kropsliga.
Tá hugt varð at rørsluvirkni í løtunum, sást, at næmingarnir 58-65 % av tíðini vóru oman fyri ynskta málið fyri góðum rørsluløtum. Í umleið 32 % av tíðini vóru tey hávirkin og gjørdust pøst. Samstundis søgdu næmingarnir, at teimum dámdi rørsluløturnar væl, hóast tær vóru rímiliga avbjóðandi. Rørsluløturnar vóru sostatt bæði effektivar og stuttligar. Úrslitini benda tí á, at skipaðar rørsluløtur í skúlatíð kunnu vera ein góð leið at styrkja rørsluvirknið hjá næmingum.
Hvat lærdu vit um at skipa góðar rørsluløtur
Tað áhugaverda í skúlahøpi er, hví tað við hesum rørsluátaki eydnaðist okkum at skapa hóskandi og javnbjóðis rørsluvirkni millum næmingar, og hvat vit kunnu taka við okkum, tá rørsluløtur skulu leggjast til rættis í skúlatíð.
Ein týðandi orsøk tykist vera, hvussu rørsluløturnar vóru skipaðar. Løturnar vóru bygdar upp eftir einum granskingargrundaðum FIT FIRST-leisti við greiðari vegleiðing, har spøl vóru ætlað at fremja nógv rørsluvirkni, samstundis sum næmingarnir høvdu tað stuttligt.
Leisturin byggir á einføld og væl skipað spøl í stuttligum ítróttarhami, har allir næmingar kunnu vera virknir samstundis. Frágreiðingarnar eru stuttar og reglurnar fáar, so lítið av tíð fer til at seta upp, greiða frá, skipa lið og døma. Liðini eru í smáum bólkum, og spølini eru skipað soleiðis, at næmingar ikki verða tiknir úr spælinum, men eru virknir alla tíðina. Samstundis verður dentur lagdur á luttøku heldur enn avrik, so at allir næmingar kunnu taka lut óansæð kropsligar fortreytir.
Ein annar týðandi liður var eisini skipanin rundan um sjálvar rørsluløturnar. Lærarar vóru útbúnir ítróttarlærarar og vóru fyrireikaðir til uppgávuna við serskeiði og arbeiddu eftir einum felags leisti, sum skapti greiðar karmar um arbeiðið. Samstundis tók skúlin sum heild undir við átakinum, og rørsluløturnar vóru ein natúrligur partur av skúladegnum.
Mangar av hesum umstøðunum samsvara við tær meginreglur, sum UNESCO lýsir í arbeiðinum við dygdargóðari rørslulæru. Har verður dentur lagdur á væl skipaðar, inkluderandi og motiverandi rørsluløtur, har nógvir næmingar kunnu vera virknir samstundis og fáa góðar upplivingar við rørslu. Rørsluløturnar í verkætlanini løgdu seg í stóran mun nær hesum sjónarmiðum.
Royndirnar úr verkætlanini vísa, at væl skipaðar rørsluløtur í skúlatíð eftir einum leisti sum FIT FIRST kunnu skapa hóskandi rørsluvirkni hjá næmingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald