Innanlands

Roysningurin í Vági slangar sær í urtagarði í Noregi

- Ongin ivi er um, at talan er um sama roysning, sum vitjaði í Vági herfyri, sigur Bjarni Mikkelsen

(Mynd: Helen Wesnes)

(Mynd: Helen Wesnes)

2026-03-04 16:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Alt bendir á, at tað var roysningurin, sum vitjaði Vág tveimum vikum síðani, sum í gjár lá og fekk sær ein slang í einum urtagarði á Tofterøy í norska skergarðinum.

Tað var seinnapartin sunnudagin, at fólk varnaðust stóra roysningin, sum lá upp at einum runni í urtagarðinum, sum gongur heilt oman í sjóvarmálan innast í eini vík.

Í Noregi hava tey eisini lagt merki til, at ein roysningur herfyri vitjaði í Vági. Og serliga tí, at roysningurin, sum lá í urtagarðinum á Tofterøy líktist tí, ið var avmyndaður í Vági.

Tofterøy liggur við norsku vesturstrondina við innsiglingina til Bergen.

Sí: Sjáldsami gesturin í Vági

[object Object]Roysningurin á sandinum í Vági (Mynd: Bárður Augustinussen)

Og talan er um sama roysning. Tað váttar Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Havstovuni, fyri Portalinum í dag.

- Tað er einki at ivast í, at talan er um sama roysning, sigur Bjarni Mikkelsen, ið eisini hevur sæð myndirnar úr Noregi.

- Hetta vísir bara, at roysningurin var væl fyri, hóast fleiri ivaðust í um okkurt mundi vera galið við honum, leggur Bjarni Mikkelsen afturat.

Seinastu árini hava fleiri roysningar vitjað í Føroyum. Vanliga liggja teir og sova og hvíla seg í nakrar dagar, og so rýma teir aftur.

Tað er eisini komið fyri seg, at roysningur hevur vitjað aftur í Føroyum eftir at hava verið ein túr í grannalondunum, vísir lívfrøðingurin á. 

Sí eisini grein í Bergens Avis

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder