Uttanlands

Rubio og Lavrov hittast væntandi í Malaisia í dag

Bæði amerikanski og russiski uttanríkisráðharrin skulu vera komnir til Kuala Lumpur, har toppfundur annars verður millum asiatiskar uttanríkisráðharrar

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio (Savnsmynd: EPA)

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio (Savnsmynd: EPA)

2025-07-10 06:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri keldur boða nú frá, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, og russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, skulu hittast í dag.

Fyrstu boðini komu frá einum ónavngivnum embætisfólki í amerikanska uttanríkisráðnum til Reuters. Síðan visti AFP eisini at siga somu tíðini, eisini frá ónevndum embætisfólki í uttanríkisráðnum.

Seinni hevur Marija Zakharova, talskvinna fyri russiska uttanríkisráðið, váttað fyri russisku Tass tíðindastovuni, at arbeitt verður við at fáa ein fund í lag millum uttanríkisráðharrarnar.

Fundurin verður í dag í Malaisia, skrivar Ritzau.

AFP skrivaði í nátt, at Rubio er lendur í Kuala Lumpur, høvuðsstaðnum í Malaisia. Her skal hann hitta uttanríkisráðharrar úr londunum í asiatiska felagsskapinum Asean.

10 lond í landsynningsasia eru limir í hesum felagsskapi: Brunei, Kambodja, Indonesia, Laos, Malaisia, Myanmar, Filipsoyggjar, Singapor, Teiland og Vjetnam.

Ein journalistur hjá Tass visti í nátt at siga, at Lavrov eisini er komin til Malaisia. Hetta er tó ikki alment váttað.

Um fundur kemur í lag, verður hetta aðru ferð, at Rubio og Lavrov hittast. Fyrsti fundur teirra millum var í Saudiarabia í februar. Teir hava eisini tosað saman fleiri ferðir í telefon.

Amerikanski forsetin hevur í seinastuni fleiri ferðir harmast um, at ongi útlit eru til frið millum Russland og Ukraina, serliga orsaka av harðrendu framferðini hjá Putin forseta í krígnum.

Fundurin millum uttanríkisráðharrarnar í Asean-londunum fer at snúgva seg um vaksandi ótryggleikan í heiminum, spenningar í alheims handilsviðurskiftunum og amerikansku toldsatsirnar, visti Reuters tíðindastovan at siga. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder