Uttanlands

Rubio tosað við Lavrov um Ukraina

Amerikanski og russiski uttanríkismálaráðharrin umrøddu m.a. kríggið millum Russland og Ukraina, og møguligt samstarv millum USA og Russland innan fleiri øki

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio (Mynd: EPA)

Amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio (Mynd: EPA)

2025-02-16 11:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov hevur tosað í telefon við amerikanska starvsbróðir sín, Marco Rubio.

Tað vátta uttanríkismálaráðini í báðum londum um vikuskiftið sambært Ritzau.

Í samrøðuni undirstrikaði Rubio enn einaferð, at amerikanski forsetin, Donald Trump ynskir at fáa ein enda á krígnum, sum byrjaði fyri skjótt trimum árum síðani.

Rubio og Lavrov samdust um at varðveita sambandið m.a. fyri at kunna fyrireika ein komandi toppfund millum Trump og russiska forsetan, Vladimir Putin, verður sagt úr Russlandi.

Amerikanska uttanríkismálaráðið váttar eisini, at Lavrov og Rubio hava umrøtt møguligt samstarv innan fleiri øki.

Russiska uttanríkismálaráðið sigur, at tað var USA, sum tók stig til samrøðuna.

Mikudagin tosaðu Trump og Putin í telefon saman í yvir ein tíma, og hetta sigst at vera fyrsta samrøðan millum ein amerikanskan og russiskan forseta, síðan Russlan gjørdi innrás í Ukraina í februar 2022. Putin og táverandi amerikanski forsetin Joe Biden høvdu eina samrøðu stutt undan innrásini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder