Seinastu árini hevur verið skipað fyri ruddingardegi í Vági leygardagin rundanum 1. mai, í ár var tiltakið leygardagin 27. apríl. Afturvendandi tiltakið tykist eisini hava ávirkað hugburðin hjá fólki, tí ár um ár er tað minni og minni at taka upp.
Ruddingardagurin byrjaði sum vant við morgunmati, sum í ár í Garðslon. Eini 50 fólk vóru møtt til morgunmatin, men runt býin vóru fólk longu farin at rudda eisini. Ruddað varð so fram til middags, tá fólk komu aftur í Garðslon og fingu suppu, og eftir tað plantupakkar frá kommununi, skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu.
Øll vóru á einum máli um, at tað var ikki nógv at rudda og at afturvendandi ruddingardagurin hevði ávirkað hugburðin hjá fólki, sum nú hugsað meiri um at brúka ruskspannir og eisini at rudda upp í nærumhvørvinum.
Talan var annars um ein sera góðan og hugnaligan dag, har fólk høvdu góðar løtur saman, meðan rudda var runt um í kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald