Okkurt bendir á, at rúmdarvirksemi í Hetlandi í næstum fer at gerast væl meira umfatandi, enn tað er í dag.
Shetnews skrivar í dag, at risastóra felagði Lockheed Martin hevur latið frætta, at rúmdarvirksemið, ið skuldi setast í gongd í Sutherland norðast í Skotlandi, møguliga verður flutt til Shetland Space Center, sum liggur á Unst, norðrastu oynni í Hetlandi.
Lockheed Martin hevur áður fingið 23 milliónir pund frá bretska statinum til at fíggja ætlaðum ’vertical launch operations’, ið má fatast at vera uppskjóting av rúmdarrakettum, í Sutherland umframt til at gera eina skipan at senda út smáar fylgisveinar.
Í 2018 varð ein avtalað gjørd við Shetland Space Centre um at gera eina samskiftisstøð til hesar fylgisveinar á norðrastu oynni á Hetlandi.
Men nú sær út til, at Lockheed Martin hevur ætlanir um eisini at flyta útskjótingina norður til Hetlands, skrivar Shetnews í dag.
Blaðið Scottish Mail on Sunday skrivaði í gjár, at bretska granskingarmálaráðkvinnan, og harvið eisini ráðkvinnan við rúmdarmálum, Amanda Solloway, væntandi fer at skriva undir eina avtalu hesum viðvíkjandi longu í hesi vikuni.
Ætlaða rúmdarstøðin í Sutherland er komin í trupulleikar við at fáa neyðugu loyvini ígjøgnum orsaka av mótstøðu frá fólkinum har, skilst.
Fólkini, sum standa fyri Shetland Space Center, hara alla tíðina hildið uppá, at Hetland er nógv best egnaða økið í Stórabretlandi til at taka sær av slíkum virksemi.
Ein talsmaður fyri fyritøkuna segði soleiðis í dag:
- Vit hava havt tætt samstarv við Lockheed Martin líka síðani vit skrivaðu undir eitt sokallað ’Memorandum of Understanding’ í juli 2018. Rúmdarídnaðurin veit, at Hetland er best egnaða stað at senda før út í rúmdina, og vit síggja fram til, at tað í næstum verður kunngjørt, at Unst verður staðið, har hetta fer at henda.
Føroya Tele er eitt av feløgunum, sum Shetland Space Centre arbeiðir saman við.
Les eisini: Føroya Tele og Shetland Space Centre farin undir samstarv
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald