Nú koronafarsóttin av álvara hevur tikið seg uppaftur í Føroyum hevur Runavíkar kommunu viðgjørt málið - hetta í mun til tað sum býráðslimirnir higartil hava frætt og vita um støðuna - og avgerð er tikin um at ansingarstovnarnir í Runavíkar kommunu ikki lata uppaftur mánadagin í komandi viku
- Støðan er órógvandi, og í løtuni tykist hon leikfólki soleiðis, at tamarhald ikki er á støðuni, hóast myndugleikarnir gera alt sum neyðugt er fyri at basa nýíkomnu kyknanini. Nær ein greiðari niðurstøða fyriliggur, er ilt at vita, men vit hava valt at binda um heilan fingur, so langt sum tað røkkur. Við óvissuni, sum nú valdar, eftir at farsóttin av álvara hevur tikið dik á seg aftur, er ongin orsøk til at váða møguleikan fyri, at smittan sleppur inn um ansingargrindirnar.
Soleiðis skrivar borgarstjórin, Torbjørn Jacobsen, á heimasíðuni hjá kommuni.
Sellin, frítíðarstovan Varðin, Barnagarðurin á Mýrunum, Náttúrubarnagarðurin Sóljuhjarta, Frítíðarskúlin við Stórá og Dagrøktin taka ikki sítt virki upp 10. august, sum ætlað varð. Ístaðin byrjar virksemið á ansingarøkinum aftur mánadagin hin 17. august 2020, ella tað vil siga: Runavíkar kommuna hyggur eftir COVID-19 gongdini í næstu viku og kemur við nýggjar fráboðan, um neyðugt er.
Tórshavnar kommuna og Tvøroyrar kommuna hava mælt foreldrum til at ikki koyra barn teirra á dagstovn restina av hesari vikuni. Í landsins størstu kommunu hava verði sera fá børn í dag.
Ráðhúsið í Saltangará, ið eisini skuldi lata uppaftur eftir summarferiu mánadagin 10. august, letur ikki upp fyrrenn 17. august. Borgarstjórin boðar tó frá, at at telefonin svarar, at samskiftast kann umvegis teldupost og at flestu ørindi kunnu avgreiðast á tann hátt - um neyðugt, undantaksvíst, má onnur loysn finnast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald