Innanlands

Runavíkar kommuna flytir inn í bankabygningin

Býráðssalurin verður í gamla skúlanum á Glyvrum

2023-01-26 20:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Banknordik og Runavíkar kommuna hava í rúma tíð samskift um umbýti av hølum á Heiðavegi í Saltangará. Eftir uttanveltaðar metingar og eina drúgva tilgongd, gjørdust partarnir í dag endaliga samdir um, at Runavíkar kommuna keypir eyðkenda bankabygningin á Høgabóli á Heiðavegi 54. 

Samstundis er semja gjørd um, at bankin, umvegis eitt leigumál við kommununa, flytir bankadeildina í býnum inn í hølini á Heiðavegi 13, har ið VisitRunavík (Kunningarstovan) hevur hildið til í nøkur ár.

Umskipingin, sum nú liggur í kortunum, fer at taka nakað av tíð. Í løtuni fæst Spf. Byggiverk við at umvæla hølini millum Bókabúðina og komandi bankadeildina - til VisitRunavík at húsast í, og ímeðan virkar Kunningarstovan í leigaðum hølum hjá Arbeiðarafelagnum Hæddini í somu gøtu. Væntandi flytir VisitRunavík inn í nýggj hølir um miðjan mars. Holm Bygging fer nú undir at umvæla og seta í stand hølini, sum BankNordik í leigumáli skal virka í tey næstu árini, og væntandi kann bankin flyta av Høgabóli inn í nýggja deild á Heiðavegi 13 einaferð í apríl/mai mánaða. 

Tástaðni kann farast undir at flyta fyrisitingina hjá kommununi inn á Høgaból, og væntandi kann tað, um alt gongur eftir ætlan, gerast fyri summafrítíðina í ár. Verandi kommunuskrivstova verður lýst til sølu í almennum útboði, og kann tann sølan avgreiðast sum tað seinasta í hesi manøvruni, ið kemur at ávirka gerandisdagin hjá lutfalsliga nógvum fólki í eina tíð. Hinvegin verður alt gjørt fyri, at tey, sum hava ørindir hjá hesum ymsu høpunum, koma at vera so lítið ávirkað av umskipingunum sum yvirhøvur gjørligt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder