Innanlands

Runavíkar kommuna hevur latið Eysturkommunu ein hamara

- Soleiðis kann tað verða stutt frá tanka til handling, staðfestir borgarstjórin í Eysturkommunu í dag

Tórbjørn Jacobsen og aðrir hildu, at tað var ov galið, at eingin hamari var í býráðssalinum, greiðir Per Martin Gregersen frá (Mynd: Privatmynd)

Tórbjørn Jacobsen og aðrir hildu, at tað var ov galið, at eingin hamari var í býráðssalinum, greiðir Per Martin Gregersen frá (Mynd: Privatmynd)

2023-04-11 19:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í dag fingu vit í Eysturkommunu eina gávu frá grannanum fyri sunnan

Soleiðis byrjar borgarstjórin í Eysturkommunu eitt Facebook-uppslag frá fyrr í dag. Per Martin Gregersen greiðir frá, at tað ikki hevur verið nakar hamari knýttur at býráðssalinum í Eysturkommunu.

Hetta legði borgarstjórin í Runavíkar kommunu, og syðrugøtumaðurin, til merkis, tá hann var á vitjan í býráðssalinum í Norðragøtu fyri stuttum.

Tórbjørn Jacobsen var ein av teimum, ið helt fyri, at ein hamari átti at vera í salinum, og nú kann borgarstjórin í Eysturkommunu staðfesta, at tað kann verða stutt frá tanka til handling..

- Í dag er hamarin komin at liggja har hann helst kemur at verða í fleiri ár fram yvir. Stóra takk fyri gávuna.

Runavíkar kommuna hevur latið Eysturkommunu snotliga hamaran, ið Kristian Edvard Knudsen hevur tilevnað.

[object Object]

[object Object](Myndir: Per Martin Gregersen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder