Innanlands

Runavíkar kommuna: Nýggjur felagslisti stillar upp til kommunuvalið

Tíðin er farin frá staðbundnum listum, heldur Jógvan Andersen av Skála, sum er stigtakari til nýggja listan

Jógvan Andersen, stigtakari og valevni á nýggja felagslistanum

Jógvan Andersen, stigtakari og valevni á nýggja felagslistanum

2020-08-27 17:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tíðin er farin frá staðbundnum borgaralistum, har politikararnir bara umboða tað øki, tey koma frá.

Soleiðis sigur 29 ára gamli Jógvan Andersen av Skála, sum hevur tikið stig til ein nýggjan felagslista, sum fer at stilla upp til býráðsvalið í Runavíkar kommunu 10. november.

Sambært honum er tíðin kortini ikki búgvin til at stilla upp politiskt í Runavíkar kommunu enn.

- Vit ynskja at koma við einum alternativi til lokalu listarnar, og vit ynska eisini at kommunalpolitikkurin í Runavík skal byggja á eitt ynski um at menna og síggja kommununa sum eina heild og ikki bara arbeiða fyri tað øki, ein sjálvur býr í, sigur Jógvan Andersen.

Enn er Jógvan Andersen einsamallum um at umboða listan útattil, men tað er tí, at listin er ikki klárur enn. Men tað eru longu fleiri fólk, eini 7 til 10 í tali, sum hava játtað at stilla upp. Talan er um bæði kyn, yngri og eldri og búgvandi í fleiri av smábygdunum í kommununi eisini, sigur Jógvan Andersen.

Hann viðgongur, at tey koma út við hesum tíðdunum nú, so at fólkið í kommununi er kunnað um hesar ætlanirnar. Eisini tey, ið ætla sær á uppstillingarfundin hjá Lista, borgaralistanum fyri Runavík/miðøkið, ið er lýstur at vera í Bylgjuni mánakvøldið.

Les: Fara nú undir uppstilling í Runavík 

Seinastu nógvu árini hava tríggir borgaralistar stillað upp til kommunuval í Runavíkar kommunu. Listi A við fólkum búgvandi í Runavík og bygdunum harumkring umframt eitt nú Oyndarfirði, Listi B við fólkum av Skála og Listi C við fólkum úr Søldarfirði.

Jógvan Andersen sigur, at endamálið við nýggja listanum er at hava eina breiða umboðan og at arbeiða fyri menning og trivnaði í allari kommununi.

Enn er skráin og ætlanin fyri listan ikki klár til almannakunngerðingar, men ætlanin er at arbeiða við langtíðarætlanum fyri allar bygdirnar í kommununi, og eisini skal takast hond um málið um heimafrið.

- Tað eru ov nógv í kommununi, sum hava ampa av óljóði frá havnaløgunum, og tað hevur kommunan ikki gjørt nakað við. Tað ætla vit, sigur Jógvan Andersen.

Ætanin er at fáa 15 fólk við á listan. Tá listin er klárur verður kunngjørt nærri, hvørjar ætlanirnar hjá nýggja felagslistanum eru.

15 bygdir eru í Runavíkar kommunu. Tær eru: Æðuvík, Rituvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambi, Lambareiði, Søldarfjørður, Skipanes, Skáli, Skálafjørður, Oyndarfjørður, Funningsfjørður, Funningur og Elduvík. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder