Innanlands

Runavíkar kommuna skrivað sáttmálar um umvæling av Gulu Smiðju

Gula smiðjan skal brúkast sum aktivitetshús

Mynd: Runavíkar kommuna

Mynd: Runavíkar kommuna

2019-06-19 20:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Vit koma frá einum ídnaðarbýi, og eitt stað sum Gula smiðja, sum ætlanin er skal vera eitt slag av mentanarmiðdepli, rúmar øllum hesum. Ein karrráur smiðjubygningur við stórum vindeygum, sum hevur eina sál, ið er myndað av framburðinum hjá staðnum. Gula smiðja hevur staðið, meðan býurin er vaksin fram, og tí er umráðandi, at mann ikki broytir hana ov nógv, tá mann fer í holt við at seta hana í stand, men letur Gulu smiðju fortelja søguna um staðið hon er sprottin burturúr.”

Soleiðis segði Uni Leitisstein Hansen í miðnáttarrøðu á Eystanstevnuni seinasta leygardag.

Runavíkar kommuna keypti smiðjuna í 2012. Tað var meiri staðsetingin enn nøkur ítøkilig ætlan, sum tá var atvoldin til keypið, men hesi seinru árini er tað vorðið alt greiðari, at húsið er vælegnað sum aktivitetshús hjá yngri og eldri. Brúkarafundir hava verið hildnir, og arkitektafelagið hjá Ósbirni Jacobsen í Syðrugøtu hevur teknað og ráðgivið.

Í fyrstu atløgu skal bygningurin gerast liðugur uttan, vindeygu skiftast - umframt at partar av takinum longu eru skiftir. Umvældur fer bygningurin kortini at líkjast sær sjálvum uttan – ”ein karráur smiðjubygningur”, skrivar Runavíkar kommuna.

Vegadeildin hjá kommununi skal gera partar av arbeiðnum, og í dag eru sáttmálar undirritaðir við múraran Ingolf Hansen, Byggiverk hjá Ólavi Langgaard og málaravirkið hjá Signari á Fríðufløtum um umvælingarrbeiðið uttan.

Uppskot eru um hvussu Smiðjan skal rættast inn til ætlaða brúkið, og fíggingin til endamálið verður ein partur av fíggjarætlanararbeiðnum hjá býráðnum í heyst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder