Innanlands

Runutusk á Eystanstevnu 2019

Kappingin var á fyrsta sinni roynd fyri tveimum árum

2019-06-05 12:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrireikingarnar eru komnar væl ávegis til føroya størstu forðarenning, RUNUTUSK. Kappingin er fyriskipað í økinum frá havnalagnum í Runavík, niðan til ítróttarøkið við Løkin og í nattúruvakra økinum við Toftavatn.

- Nógvar avbjóðingar eru á leiðini, men avbjóðingar eru til fyri, at vit kunnu vinna á teimum, skrivar heimasíðan hjá Runavíkar kommunu um tiltakið.

Kappingin var á fyrsta sinni roynd fyri tveimum árum. Undirtøkan var góð og afturmeldingarnar sera jaligar. Sjálvt um fólk kappaðust fyri at vinna, kendu luttakararnir á sær, at størsti vinningurin var tað at vinna á sær sjálvum.

Fram til kappingina í ár eru tað nógvir einstaklingar og fyritøkur, sum hava bjóðað hvørjum øðrum av, so tað verður spennandi at vita, hvør er best fyri, og hvør kýtir seg mest fyri at vinna.

Runutusk 2019 verður leygardagin 15. juni - á Eystanstevnu.

Í ár verða fyriskipaðar 5 einstaklingakappingar til bæði kyn og tvær liðkappingar.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder