Innanlands

Rúsdrekkasølan er ikki ein forðing hjá matstovuvinnuni

Innkeypsleiðarin hjá Rúsdrekkasølu Landsins vísir uppáhald frá matstovunum aftur

Rúni Herup Olsen, innkeypsleiðari hjá Rúsdrekkasøluni

Rúni Herup Olsen, innkeypsleiðari hjá Rúsdrekkasøluni

2019-04-26 18:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast Rúsdrekkasøla Landsins onga ávirkan hevur á hvussu føroyska rúsdrekkalóggávan er samanskrúvað, so er tað fallið innkeypsleiðaranum hjá Rúsuni, Rúna Herup Olsen, fyri bróstið, at Rúsan verður løgd undir einans at kevja pengar inn fyri tað almenna uttan at geva nakra tænastu afturfyri.

Hetta kom fram í grein í Portalinum í gjár, har víst var til tað, sum varð ført fram og sagt um innkeypsviðurskiftini hjá føroysku matstovunum á einum tiltaki, sum Gist & Vist stóð fyri.

Les: Matstovurnar eiga at sleppa at innflyta vínið sjálvar 

Rúni Herup Olsen heldur ikki, at Rúsdrekkasøla Landsins er ein forðing av úrvalinum hjá Gist & Vist og vísir á, at samtakið og onnur skeinkingarstøð eisini longu nú samskifta og bíleggja sjálv frá vínhandlarum og bóndum uttan at Rúsdrekkasølan er blandað inn í tað.

Hann vísir eisini á, at Gist & Vist fær vøruprøvar til test uttan eykakostna. Rúni Herup Olsen loyvir sær tí at ivast í, um hetta hevði verið galdandi, um privatar heilsølur høvdu staðið fyri innflutninginum og søluni. Tá hevði samskifti og bíleggingar allarhelst skula gjøgnum heilsølurnar

Hann vísir eisini aftur, at Rúsan tekur 21 prosent uttan at geva nakað afturfyri, sum sagt varð á tiltakinum hjá Gist & Vist

- Tey gloyma at fortelja um tey 14 prosentini í avsláttri, sum matstovur fáa á víni, sigur Rúni Herup Olsen.

- Og Rúsdrekkasøla Landsins avgreiðir øll papírarbeiðið fyri innflutningin og tollavgreiður sendingarnar. Eru villur í sendingum ella papírunum, so avgreiður Rúsdrekkasøla Landsins hetta, leggur hann afturat.

Innkeypsleiðarin kemur við einum prísdømi: Um ein føroysk matstova keypir eina fløsku av víni fyri 100 krónur í innkeypsprísi, so verður søluprísurin til matstovuna 135,60 krónur (uttan mvg og pant). Av hesum 35,60 sum verða lagdar afturat, er flutningur og vínavgjald umlleið 22 krónur. Vinningur av prísdøminum er sostatt umleið kr. 13,60. Og av vinninginum skal helmingurin latast landskassanum sum avlopskrav.

- So veit eg ikki, hvussu nógv bíligari og nemmari heilsølurnar høvdu klárað at veitt hesa vøru og tænastu fyri, sigur Rúni Herup Olsen. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder