Uttanlands

Russar skulu ikki sleppa at keypa fastogn í Finnlandi

Tað er endamálið við einum nýggjum lógaruppskoti hjá finsku stjórnini

Finski verjumálaráðharrin, Antti Häkkäne (Mynd: yle)

Finski verjumálaráðharrin, Antti Häkkäne (Mynd: yle)

2024-09-02 12:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiskir ríkisborgarar og felagsskapir skulu ikki sleppa at keypa fastogn í Finnlandi.

Tað er endamálið við einum nýggjum lógaruppskoti hjá finsku stjórnini.

Uppskotið snýr seg um ríkisborgarar og felagsskapir úr londum, sum sambært ES hava gjørt seg inn á sjálvræðið hjá einum øðrum landi og kann vera ein hóttan móti trygdini hjá Finnlandi. Russland verður ikki beinleiðis nevnt.

Uppskotið er lagt fram av einum arbeiðsbólki hjá finska verjumálaráðharranum Antti Häkkänen. Uppskotið verður nú sent til hoyringar, og ætlanin er at leggja tað fyri finska tjóðartingið seinni í ár.

Har vera ávís undantøk í forboðnum. Fólk við dupultum ríkisborgaraskapi og russar við varandi uppihaldsloyvi í Finnlandi fara framvegis at kunna keypa fastogn í Finnlandi, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder