
Talan var um eina greiða provokatión frá Russlandi, og verjusamgongan Nato tekur hendingina í størsta álvara.
Tað sigur Kristen Michal, forsætisráðharri í Estlandi, eftir at trý russisk hernaðarflogfør í gjár vóru í estiska loftrúminum uttan loyvi í 12 minuttir.
Michal hevur biðið um at brúka grein 4 hjá Nato um at taka málið upp til umrøðu millum limalondini. Hendan greinin kann brúkast, tá mett verður at politiski sjálvrætturin ella trygdin hjá einum limalandi er hótt.
Finsk og italsk flogfør fylgdu russisku flogførini til Kaliningrad, russiska økið millum Litava og Pólland. Sambært talsfólki hjá Nato vóru eisini svensk flogfør í luftini.
Sambært uttanríkismálaráðharranum í Estlandi, Margus Tsahkna hava russar verið í estiskum loftrúmi fýra ferðir í ár, og kann slíkt ikki góðtakast.
Uttanríkisstjórin í ES, Kaja Kallas hevur eisini viðmerkt støðuna, sum hon kallar "eina vandamikla provokatión".
– Putin (russiski forsetin, Vladimir Putin, red.) kannar snarræðið hjá vesturheiminum. Vit mugu ikki vísa veikleika, skrivar hon á sosialar miðlar.
Seinastu mánaðirnar hava verið fleiri fráboðanir um, at Russland hevur sent flogfør og dronur yvir loftrúmið hjá øðrum evropeiskum londum.
Í farnu viku vórðu m.a. fleiri russiskar dronur eisini sæddar yvir Póllandi, og í mai boðaðu bæði Estland og Finnland frá russiskum hernaðarflogførum í teirra loftrúmi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald