Uttanlands

Russland: 96 ukrainskar dronur skotnar niður í nátt

Um vikuskiftið vaðr boðað frá fleiri stórum loftálopum

Sløkkiliðsfólk í Kyiv (Mynd: Reuters)

Sløkkiliðsfólk í Kyiv (Mynd: Reuters)

2025-05-26 09:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski herurin upplýsir í morgun, at russiska loftverjan í nátt hevur skotið niður 96 ukrainskar dronur, harav seks nærindis høvuðsstaðin Moskva.

Floghavnirnar í Moskva, Domodedovo og Zjukovskij hava fyribils steðgað allari flogferðslu, skrivar Reuters.

Ukrainski herurin enn ikki váttað upplýsingarnar, men talsfólk hjá herinum sigur, at Russland eisini hevur skotið dronur yvir Ukraina í morgun.

Dronurnar hava m.a. rakt ukrainska høvuðsstaðin Kyiv, har íbúðarbygningar hava fingið skaða

Um vikuskiftið hava eisini verið fleiri fráboðanir um loftálop bæði í Russlandi og Ukraina.

Í gjár varð eitt nú boðað frá, at Russland hevði sent 367 rakettir og dronur yvir Ukraina, og tað er harðligasta loftálopið á Ukraina, síðan kríggið millum Russland og Ukraina byrjaði. 12 fólk lótu lív í álopinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder