Uttanlands

Russland: Amerikanskur journalistur 16 ára fongsul fyri njósning

32 ára gamli Evan Gershkovich varð handtikin fyri njósning í 2023, og amerikanska stjórnin krevur, at hann verður leyslatin

Evan Gershkovich (Mynd: AFP)

Evan Gershkovich (Mynd: AFP)

2024-07-20 13:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

32 ára gamli amerikanski journalisturin Evan Gershkovich hevur í rættinum í russiska býnum Jekaterinburg fingið 16 ára fongsulsrevsing fyri njósning.

Gershkovich arbeiddi fyri amerikanska miðilin Wall Street Journal í Russlandi, tá hann í mars 2023 varð handtikin og skuldsettur fyri at njóasnast fyri amerikanska CIA. Hann noktar seg sekan.

Sambært Ritzau er hann fyrsti amerikanski journalisturin, sum er blivin dømdur fyri njósning í Russlandi, síðan kalda kríggið endaði.

Amerikanski forsetin Joe Biden sigur, at USA roynir at fáa Gershkovich leyslatnan.

– Har er eingin ivi um, at Russland hevur handtikið Evan uttan orsøk. Journalistikkur er ikki eitt brotsverk, sigur Biden.

Í fráboðan frá Wall Street Journal, sigur miðilin, at tað er ein "skammiligur dómur" og "eitt falsk rættarmál". Sambært miðlinum eru russisku myndugleikarnir ikki alment komnir við nøkrum prógvum fyri, at Gershkovich er sekur.

– Evan hevur sitið í russiskum fongsli í 478 dagar og er avbyrgdur frá familju og vinfólkum.

Í 2020 fekk ein annar amerikanari, Paul Whelan, eisini 16 ára fongsulsrevsing fyri njósning, og situr hann í løtuni í russiskari fangalegu. Amerikanska stjórnin krevur, at bæði Whelan og Gershkovich verða leyslatnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder