2025-10-27 10:00
Ukraina hevur í nátt sent 193 dronur yvir Russland, sambært russisku loftverjuni.
Upplýst verður, at 34 dronur vórðu skotnar niður yvir høvuðsstaðin Moskva, og 47 vórðu skotnar niður yvir landslutin Bryansk, sum er nær við ukrainska markið.
Í Bryansk skal ein drona hava rakt ein buss og dripið eitt fólk. Fimm onnur vórðu særd, sigur guvernørurin í økinum, Aleksandr Bogomaz sambært Reuters.
Ongar fráboðanir eru um fólkaskaðar í Moskva.
Fyrsta dronan kom seint sunnukvøldið, og tann seinasta varð skotin niður klokkan tvey lokala tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald