
Í nátt kyknaði eldur í einari russiskari oljugoymslu í russiska býnum Sotji, sum liggur við Svartahavið í sunnara parti av Russlandi.
Tað boðar Veniamin Kondratjev, guvernørurin í økinum frá á boðtænastuni Telegram.
Orsøkin til eldin er eitt ukrainskt dronuálop, verður sagt sambært Ritzau.
Tíðliga í morgun arbeiddu fleiri enn 120 sløkkiliðsfólk við at basa eldinum, sum eisini hevði við sær, at steðgur var í flogferðsluni á floghavnini í býnum. Í morgun koyrir alt á floghavnini tó sum vanligt.
Russiska verjumálaráðið upplýsti fyrr í morgun, at russar hava skotið niður 93 dronur yvir Svrtahavið og økið, har oljugoymslan er.
Eisini varð boðað frá dronuálopum aðrastaðni í landinum. Í landslutinum Voronezj verður boðað frá, at 18 dronur eru skotnar niður, og at fýra fólk eru særd. Trý teirra vórðu flutt á sjúkrahús.
Ukraina boðar í dag frá, at Russland seint í gjárkvøldið hevur framt álop á býin Mykolajiv í sunnara parti av Ukraina, og at í minsta lagi sjey fólk vórðu særd, harav tvey fólk vórðu flutt á sjúkrahúsið.
Ukrainski flogherurin sigur, at Russland hevur skotið 76 dronur og sjey rakettir móti Ukraina í gjárkvøldið og í nátt, og at átta øki eru rakt. Ukrainska loftverjan hevur oyðilagt 60 dronur og eina rakett, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald