Uttanlands

Russland: Hava skotið tvær dronur niður

Russiska verjumálaráðið sigur seg í morgun hava steðgað tveimum dronuálopum nærindis Moskva

Russiski høvuðsstaðurin, Moskva (Mynd: EPA)

Russiski høvuðsstaðurin, Moskva (Mynd: EPA)

2023-08-21 10:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russland hevur í morgun steðgað tveimum dronuálopum nærindis Moskva, sigur russiska verjumálaráðið í morgun.

Tvær dronur vórðu skotnar niður, og vórðu tvey fólk særd, tá petti frá einari dronu datt niður.

Hetta órógvaði eisini nærum 50 flogferðir til og úr floghavnunum í høvuðsstaðarøkinum, skrivar Reuters.

Russland sigur, at tað er stjórnin í Kyiv, sum stendur aftanfyri álopini, skrivar DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder