Fylgisveinamyndir vístu í summar, at Russland var í ferð við at útbyggja herstøð í Kaliningrad til at goyma atomrakettir, og nú vísa nýggjar myndir, sum CNN hevur fingið atgongd til, at Russland heldur fram herdubbingini.
Russland hevur seinastu árini økt hernaðarligu megina í Kaliningrad, og fyrr er avdúkað, at Russland vil hava Iskander-M-rakettir settar upp har. Rakettirnar røkka 500 kilometrar og kunnu bera kjarnorkuspreingihøvd.
Nýggjastu myndirnar vísa, umframt at hildið verður á at útbyggja herstøðirnar í Kaliningrad, byggja Russland 40 nýggjar bunkarar við havnabýin Primorsk. Eisini verður flogstøðin Chkalovsk dagførd og útbygd, umframt at hernaðarstøðin í býnum Chernyakhovsk verður útbygd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald