Russiska løgreglan hevur handtikið 25-30 atgerðarfólk, ið luttóku á einum mótmælistiltaki fyri rættindini hjá LGBT-fólkum.
Tað siga eygnavitnir við tíðindastovuna Reuters.
Uml. 60 fólk savnaðust í dag við skeltum og ælabogafløgum í miðbýnum í Sankta Pætursborg, sum er næststørsti býur í Russlandi.
Á skeltunum vóru umbønir um at betra um rættindini hjá samkyndum, tvíkyndum og tvørkyndum.
Atgerðarfólkini mótmældu hvør sær fyri at sleppa undan, at mótmælið skuldi síggjast sum ein samkoming, tí tað hevði kravt eitt loyvi frá myndugleikunum.
Sambært eygnavitnum fór løgreglan eftir teimum, ið høvdu litríkastu klæðini og fløggini.
Í 2013 varð samtykt í Russlandi at banna tað at spreiða sonevnt samkynt propaganda, ið er rættað móti ómyndigum. Revsingin fyri hetta er antin bót ella fongsul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald