
Á fundi í Istanbul fyrr í hesum mánaðinum samdust Russland og Ukraina um at býta um 1000 krígsfangar frá hvørjari síðu.
Býti av fangum er eitt av fáum økjum, har sum Russland og Ukraina hava samstarvað, síðan kríggið byrjaði.
Í dag býttu Russland og Ukraina um 307 fangar, upplýsa bæði russiska verjumálaráðið og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sambært Ritzau.
Fríggjadagin upplýsti russiska verjumálaráðið og ukrainski forsetin eisini, at partarnir høvdu býtt um 270 krígsfangar og 120 sivilar fangar.
Sambært Reuters verða fleiri fangar leyslatnir sunnudagin.
Fangabýtini, sum fara fram í hesum døgum, eru tey størstu, sum hava verið undir krígnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald