
Í dag hittast umboð fyri Russland og Ukraina eftir ætlan til nýggjar samráðingar í Istanbul í Turkalandi.
Partarnir hittust eisini til samráðingar í Istanbul 16. mai. Hesin fundurin var fyrsti beinleiðis samráðingarfundur millum Russland og Ukraina í trý ár. Partarnir samdust bert um eitt - at býta um 1.000 krígsfangar. Talan var um størsta fangabýti undir hesum krígnum, og tað varð avgreitt fyri góðari viku síðani.
Tað verður Vladimir Medinskij, ráðgevi hjá russiska forsetanum, sum enn einaferð stendur á odda fyri russisku sendinevndini.
Á odda fyri ukrainsku sendinevndini er ukrainski verjumálaráðharrin, Rustem Umerov. Við á fundinum verður eisini ukrainski varauttanríkismálaráðharrin og imboð fyri ukrainska herin og fregnartænastur, skrivar Ritzau.
Tað er Russland, sum hevur tikið stig til hesar beinleiðis samráðingarnar millum londini.
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj hevur boðað frá, at hann sjálvur ynskir at fara til Istanbul, og at hann ynskir at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin, men Putin hevur higartil noktað at fundast beinleiðis við Zelenskyj.
Ukraina hevur funnist at Russlandi fyri at senda umboð, sum ikki hava heimild at taka týðandi avgerðir um m.a. vápnahvíld.
Les eisini: – Russland ger alt fyri at tryggja, at einki kemur burturúr samráðingunum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald