Tá ársins umfar av altjóða Eurovision sangkappingini fer av bakkastokki í italska býnum Turin í mai, verður tað uttan russiska luttøku.
Orsakað av russisku innrásini í Ukraina, hevur European Broadcasting Union (EBU), sum stendur fyri sangkappingini, boðað frá, at Russland ikki sleppur at luttaka í ár.
Vesturheimurin hevur sett revsitiltøk í verk móti Russlandi, og fleiri limir í EBU, harímillum ukrainska sjónvarpsrásin UA:PBC heitti á EBU um at nokta Russlandi at luttaka, skrivar BBC.
Úr m.a. Íslandi, Finnlandi og Noregi hevur eisini verið heitt á EBU um ikki at loyva Russlandi við í ár. Úr Finnlandi varð enntá sagt, at landið ikki fór at senda nakað umboð til Eurovision, um Russland slapp at luttaka.
Tað var italski bólkurin Måneskin, sum vann sangkappingina í Rotterdam í 2021, og tí verður Italia vertur í ár.
Russland hevur luttikið í altjóða sangkappingini 23 ferðir, síðan landið fyri fyrstu ferð luttók í 1994. Tíggju ferðir hevur landið verið millum fimm tey bestu. Kortini hevur landið bert vunnið kappingina eina ferð. Tað var í 2008.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald