
Trý fólk hava í nátt latið lív í ukrainskum dronuálopum í vestara parti av Russlandi, upplýsa fleiri russiskir guvernørar í morgun.
Ein kvinna lat lív og tvey vórðu særd í Pensa-landslutinum, tá ein fyritøka varð rakt í einum álopi.
Í Rostov-landslutinum hevur ein maður latið lív, eftir at eitt eldur kyknaði á einum ídnaðarøki, sum varð rakt av ukrainskum dronum.
Eisini verður boðað frá, at ein maður í Samara-landslutinum lat lív, tá vrakpetti frá einari dronu duttu niður í hús hansara.
Russiska verjumálaráðið sigur, sambært Ritzau, at russar uppá níggju tímar - frá fríggjakvøldinum til tíðliga í morgun - hava skotið 112 ukrainskar dronur niður.
Ukrainar boða eisini frá russiskum dronuálopum í nátt.
Í Dnipropetrovska-landslutinum vórðu trý fólk særd, og fleiri bygningar og akfør vórðu oyðiløgd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald