Uttanlands

Russland: Yvir 130.000 fólk flutt burtur

Ukrainar fáa eitt hóskandi aftursvar, sigur russiski forsetin, Vladimir Putin, nú ukrainskar herdeildir eru farnar inn í landið

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2024-08-12 15:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Yvir 130.000 fólk eru flutt burtur í tveimum russiskum landslutum við markið til Ukraina, eftir at ukrainskar herdeildir eru farnar inn í landið.

Á middegi varð upplýst, at 11.000 fólk vórðu flutt burtur í Belgorod og 121.000 í Kursk.

Sambært guvernørinum í Kursk, Aleksej Smirnov, hevur ukrainski herurin tikið ræði á 28 búsetingum í landslutinum. 12 fólk hava eisini latið lív í ukrainskum álopum, umframt at 121 eru særd, leggur hann afturat sambært Ritzau.

Russiski forsetin Vladimir Putin sigur, at málið hjá russiska herinum er at fáa ukrainar úr russiska økinum, og fer tað uttan iva at eydnast.

– Fíggindin fær eitt hóskandi aftursvar, og vit náa uttan iva øll okkara mál, sigur hann sambært Reuters.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder