Tey landsstýrisfólkini, sum veljararnir geva vánaligast ummæli eru Dennis Holm og Ruth Vang, vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Portalurin og Blaðið Vikuskifti havi kunngjørt.
Landsstyrismaðurin, ið fær vánaligast ummæli, er Dennis Holm, landsstýrismaður við samferðslu- og fiskivinnumálum. Hann er mettur til 2,06.
Ruth Vang, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, klárar seg eitt lítið sindur betur, hon fær ummælið 2,14, og hon er sostatt eisini tann í landsstýrinum, sum missir mest umdømi í mun til undanfarnu kanning, tá hon lá á 2,4. Hyggja vit eitt sindur longur niður í tølini, so síggja vit, at tað eru heili 40 prosent av teimum spurdu, sum halda, at fíggjarmálaráðkvinnan hevur klárað seg sera illa.
Síggj øll tølini og veljarakanningina í Blaðnum Vikuskifti her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald