Í politikki ber væl til hjá valevnum at fáa fleiri atkvøður enn á seinasta løgtingsvali - men samstundis fáa lutfalsliga færri atkvøður enn seinast
Tað er løgtingsvalið hesaferð hjá bæði Ruth Vang og Bjarna Kárason Petersen eitt gott dømi um.
Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, fekk 991 atkvøður á løgtingsvalinum tann 26. mars. Tað eru nakrar fleiri enn á løgtingsvalinum 8. desember 2022. Tá fekk hon 978 atkvøður.
Av tí, at samlaða veljarafjøldin var størri hesaferð, fleiri fólk vóru á vali enn seinast, so var hennara partur av samlaðu atkvøðunum í grundini færri. Í 2022 fekk hon 2,86 prosent av samlaðu gyldigu atkvøðunum, og hesaferð fekk hon 2,80 prosent.
Tað sama var galdandi fyri partamannin Bjarna Kárason Petersen. Hann fekk 359 atkvøður hesaferð, sum vóru fýra fleiri enn seinast. Hesaferð fekk hann 1,02 prosent av samlaðu atkvøðunum, og seinast fekk hann 1,04 prosent av atkvøðunum.
So tað ber til at siga, at Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen fingu fleiri atkvøður enn seinast - men í alt fingu tey bæði færri atkvøður av samlaðu gyldigu atkvøðunum enn seinast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald