2023-03-11 20:39

Ruth Vang er tann av landsstýrisfólkunum í nýggja landsstýrinum, sum klárar seg best. Veljararnir geva henni bestu ummæli.
Tá Spyr.fo gjørdi veljarakanning fyri Blaðið Vikuskifti mikudagin 8 mars, vóru tey eisini biðin um at geva teimum einstøku av øllum níggju landsstýrisfólkunum karakter frá 1 til 5.
Fimm av landsstýrisfólkunum fáa oman fyri 3 og harvið yvir miðal, meðan fýra liggja undir 3.
Best klárar landsstýriskvinnan við fíggjarmálum, Ruth Vang, seg. Ummælini, sum hon fær frá teimum 500 fólkunum, sum svaraðu kanningini, gevur eitt miðal á 3,39.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald