Ruth vísir á Aksel

Forkvinnan í Framsókn hevur júst verið og tosað við løgtingsformannin um, hvør ið skal vera samráðingarleiðari. Hon vísir á Aksel V. Johannesen og leggur afturat, at hon ynskir eina samgongu við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, vil fegin burtur frá blokkpolitikkinum, sum hevur verið í føroyskum landspolitikki seinastu árini. Men hon hevur víst á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara (Mynd: Sverri Egholm)

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, vil fegin burtur frá blokkpolitikkinum, sum hevur verið í føroyskum landspolitikki seinastu árini. Men hon hevur víst á Aksel V. Johannesen sum samráðingarleiðara (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-12 10:49 Author image
Jógvan Jákupsson
placeholder

Løgtingsval hevur verið, og løgmaður hevur lagt frá sær. Í morgun er formansumfar, har forfólkini í hvørjum flokkin ein og ein ganga inn til løgtingsformannin og siga, hvønn tey ynskja sum samráðingarleiðara at skipa nýggja samgongu.

Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi hava víst á Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum. Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, vildi ikki siga, hvønn hann vísti á.

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, hevur júst verið og tosað við løgtingsformannin og víst á Aksel V. Johannesen. Hon leggur so afturat, at Framsókn ynskir eina samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn.

Orsøkin er ikki, at mann velur Tjóðveldi frá. Men hon vísir til, at hon sjálv fleiri ferðir í valstríðnum hevur sagt, at tað hevði verið gott fyri Føroyar, um mann fór burtur frá blokkpolitikkinum, sum hevur verið í føroyskum landspolitikki seinastu valskeiðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder