2023-05-05 11:10
Tað er ein vaksandi trupulleiki, at fólk koma til bilarnar hjá sær, og finna útav, at onkur hevur tikið í og ikki sagt bileigaranum frá - sonevndar SMS-buklur.
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn greiðir frá, at bara í gjár vóru tvær slíkar hendingar. Í førum sum hesum, er tað ikki politimál, men tað verður fráboðað hjá tryggingarfeløgunum.
Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni í nátt. 20 bilar vórðu steðgaðir í býnum í Havn og kannað var um bilførarar høvdu alkohol í blóðinum. Tað vísti seg tó, at einki var at seta fingurin á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald