Innanlands

Rynkurnar á Torginum í SMS leygardagin

Súkklukappingar, livandi tónleikur og røður eru á skránni

2023-02-09 22:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við, at altjóða dagur móti krabbameini hjá børnum er tann 15. februar, hevur Team Rynkeby Føroyar seinastu árini skipað fyri tveimum serligum tiltøkum í ein dag februar – tætt við 15. februar. Í ár eru tiltøkini leygardagin 11. februar.

Kl. 11-14 verður skipað fyri tiltaki í SMS, har súkklukappingar, livandi tónleikur, myndasýningar og røður eru á skránni. Tiltakið verður teknmálstulkað. Øll vitjandi fáa kaffi, djús og køku. Møguleiki verður eisini fyri at keypa eina Team Rynkeby-plakat, sum Ása Eikhólm Trygvadóttir hevur sniðgivið.

Seinni um kvøldið er stóri galladøgurðin á Hotel Føroyum. Gestirnir fáa fýra rættað matskrá umframt fyrsta floks undirhald og tónleik. Kvøldið endar við, at kekkurin fyri atgongumerkjasøluna verður handaður Team Rynkeby. 

Skráin í SMS leygardagin:

Kl. 11.00: Don Joensen bjóðar vælkomin
Aksel V. Johannesen, løgmaður, røðir

Kl. 11.15: Jansy Gaardlykke og Bjørg Árnadóttir súkkla um kapp

Kl. 11.30: Tónleikur
Bárður á Lakjuni
Barnakór v/Joannu og Edith

Kl. 12.00: Alfred Hummeland og Rúni Juul súkkla um kapp

Kl. 12.15: Røða: Berin

Kl. 12.30: Myndasýning

Kl. 12.45: Sølvá Jansdóttir Joensen og Durita Øssursdóttir súkkla um kapp

Kl. 13.00: Røður
Margit Stóra
Sjúrður Skaale

Kl. 13.30: Myndasýning

Kl. 14.00: Tiltakið endar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder