Estiska oyggin Saaremaa í Eystrasalti er so hart rakt av korona, at oyggin á mannamunni verður kallað Koronaoyggin í løtuni.
Saaremaa er blivið eitt sokallað ’hot-spot’ hjá koronavirusinum, og er nú so at siga avbyrgd frá umheiminum.
Fyrstu tilburðirnir vórðu staðfestir fyri umleið einum mánaða síðani eftir tveir altjóða flogbóltsdystir, har lokala felagið, Saaremaa VK, spældi móti italska felagnum Powervolley Milano í CEV Challenge series. Hildið verður, at tað var til henda dystin, at smittan spjaddi seg millum teir nógvu hundrað áskoðararnar, sum sóu dystin.
Eisini var ein sjampagnu-festivalur hildin á Saaremaa um hetta mundið, kann hava verið orsøk, til at nógv fólk vórðu smittað, sambært innslagnum hjá BBC, sum sæst undir hesi grein.
Næstan helmingurin av øllum Covid-19 tilburðunum í Estlandi, eru staðfestir á Saaremaa, har gott 31.000 fólk búgva. Tjøld eru sett upp uttan fyri sjúkrahúsið í høvuðsbýnum Kuressaare, og fleiri sjúklingar eru eisini fluttir inn á meginlandið til viðgerðar á sjúkrahúsum har. Fyrr í vikuni vóru 55 fólk innløgd á sjúkrahúsinum í Saaremaa við covid-19.
Men oyggjabúgvarnir hava ikki mist mótið. Tað greiða teir frá í BBC-innslagnum herundir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald