Innanlands

Sæla í Mentanarhúsinum í kvøld

Aftaná sýningina í Fuglafirði prátar Búi Dam við leikastjóran Katrin Joensen-Næs um stuttfilmin og arbeiðið handan filmin. Sýningin byrjar klokkan 20

2023-02-23 15:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tá Rebekka og Jákup eru saman, fara tey út um mørk. Vinkonan ákærir Jákup fyri neyðtøku, men Rebekka vil ikki lurta. Hon hugsar bara um at linna egnu pínu. Spakuliga fatar hon, hvat veruliga er hent.

Soleiðis verður søgugongdin í stuttfilminum "Sæla" hjá Katrin Joensen-Næs stutt lýst. Í løtuni er Sæla á ferð kring landið, og í kvøld er tað í Fuglafirði, at sýning við mera er a skránni. 

Aftaná sýningina prátar Búi Dam við leikastjóran Katrin Joensen-Næs um filmin og arbeiðið handan filmin. Katrin Joensen-Næs hevur áður leikstjórnað Ábyrgd, sum eisini fekk góð ummæli og varð handað sálarheilsuvirðislønina frá Sinnisbata.

- Høgni Djurhuus, ummælari, rósti filminum og segði, at “har er einki banalt, einki sentimentalt, einki uttanumtos, einki tvætl, ikki eitt orð ov nógv. Øgiliga kompakt, og kolasvart. Frálíkt.”Bjørk Búadóttir Tórgarð eigur høvuðsleiklutin; um hana sigur Djurhuus: “Sum Rebekka er Bjørk Búadóttir Tórgarð framúr. Hon er Rebekka út í æsir, pínan, neyðin, ivin, sannførandi.”

Heimasíðan fuglafjordur.fo upplýsir eisini, at tiltakið í Mentanarhúsinum í kvøld, mikudagin 23. februar, byrjar klokkan 20.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder