Innanlands

SafeHike vann Ungt Virki

fríggjadagin varð finalan í Ungt Virki á Kambsdali, og vinnandi hugskotið gjørdist "SafeHike", ein gjøgnummførd app, sum skal gera tað tryggari og hugaligari at ferðast í føroysku náttúruni

(Mynd: Glasir)

(Mynd: Glasir)

2026-03-07 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin 6. mars var Kambsdalur karmur um regionalu finaluna í Ungt Virki 2026, har næmingar úr miðnámsskúlum kring landið kappaðust um besta hugskoti.

85 næmingar í 25 bólkum luttóku í kappingini í ár, og tað "SafeHike", sum vann kappingina.

Vinnandi hugskotið er ein gjøgnummførd app, sum skal gera tað tryggari og hugaligari at ferðast í føroysku náttúruni. Aftanfyri hugskotið eru Jóna Ellefsdóttir, Maria í Stórustovu og Sámuel á Smið, sum ganga á Glasi.

Á øðrum plássi var "Lýsi loysn", eitt nýmótans lýsiprodukt, eitt gummibomm, sum skal fáa fleiri at taka heilsufremjandi lýsi. Hugskotið eiga Ester Nolsøe Olsen, Maria Jia Li í Túni Højgaard og Roda á For, sum ganga á Miðnámi á Kambsdali.

Triðja plássið fór til "Ventra", eitt munnverji úr silikon, sum skal minka um livurhøgg og betra um úthaldni í sambandi við venjing. Hugskotið eiga Bjarta Kelduberg Hellisdal, Dagny Maria Bjargardóttir Joensen og Sára Thorleifsson, sum ganga á Glasi.

Vinnarin av Ungt Virki 2026 fer nú at umboða Føroyar í ríkisfinaluni í Keypmannahavn 5. mai.

Ungt Virki er partur av altjóða kappingini Company Programme og hevur til endamáls at styrkja íverksetarahug og vinnuligt hugflog hjá ungum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder