Summar Festivalurin hevur seinastu tíðina kunngjørt fleiri nøvn til ársins festival, og nú eru tvey afturat komin á listan - talan er um tvær framførsur, ið vera serstakar á ymsan hátt.
Magnus av Stongum, Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall eru millum fremstu umboðini av vágasound og hava gjøgnum árini samstarvað á ymiskan hátt. Onkuntíð hevur tað verið í Tinganest, onkuntíð Vágaverk, onkuntíð Stongum & Guttesen og á Summar Festivalinum 2022 verður tað Stongum, Guttesen & Ravnsfjall. Hetta skriva fyrireikingarnar, ið vænta ein heilt serliga løtu við vágamonnum og sangum sum "Eftir 1001 nátt", "Annan sang", "Medistari í karry", "Kom heim" og "Rumbuldós".
Tór Verland Johansen og Janus Trúgvason
Poppbólkurin Safir er í gongd við eitt comeback í hesum døgum og hevur millum annað givið nógv spælda sangin "Vár" út. Tað eru Tór Verland Johansen og Janus Trúgvason, ið manna bóltin. Safir gav út í 1996 og fleiri sangir á hesari útgávu eru framvegis heilt kendir í dag – eitt nú "Tú ert so deilig", "Høgra Jam" og "Mánin". Fyrst í august skal bólkurin fyri fyrstu ferð spæla á Summar Festivalinum.
Summar Festivalurin hevur, orskaða av koronustøðuni, ikki verið á skrá seinastu tvey árini. Í ár verður hann dagarnar 4. til 6. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald