2022-05-27 17:30
"Í morgin" er triðja staklagið hjá Safir av útgávuni TVEY. Tað er ein sangur um kærleika, løtur og morgindagin, sum eingin kennir.
Bæði tekst og lag hava Safir-menninir, Janus Trúgvason og Tór Verland Johnsen, gjørt í felag. Lagið er upptikið í FH-Studio saman við Finni Hansen á tangentljóðføri, slagverki og kór. Framleitt hava Finnur Hansen og Safir.
Safir við "Í morgin" kann hoyrast omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald