Í eini roynd at fagna tónleikaligu og mentanarligu sambondini millum Skotland, Orkney, Írland, Føroyar og Ísland fara bólkarnir Nordic Viola og Aldubáran fyri fyrstu ferð at framføra konsertina "Sagas and Seascapes" í Føroyum.
Í konsertini sleppa vit við tónleiki, filmi og málningalist, á eina spennandi ferð gjøgnum norrønar søgur og landsløg.
Tvær framførslur vera ávikavist hósdagin 7. september kl. 17.30 í Norðurlandahúsinum og leygardagin 9. september kl. 20 á Skúlatrøð í Klaksvík.
Unga føroyska tónaskaldið Eli Tausen á Lava fær íblástur úr søgnini um Kópakonuna, ið er ein søgn Føroyar, Skotland og Ísland hava í felag.
Virðislønta írska tónaskaldið, Linda Buckley, hevur skrivað tónleikaverkið “Aud” um Auð Ketilsdóttir úr íslendingasøgunum og ferð hennara úr Írlandi til Íslands, via Orknoyggjar og Føroyar.
“Elsewhen” eftir Lillie Harris lýsir tað forvitnisliga og sorgblíða við fornstøðunum í Orknoyggjum, meðan “Carry His Relics” eftir Gemma McGregor lýsir pílagrímsleiðina St Magnus Way í Orknoyggjum.
Kári Bæk lýsir havsins andadrátt í verkinum “Wogen”, ið tekur støði í Sinklars vísu.
Spennandi verkætlanin samantvinnir tónlist, video eftir Craig Sinclair og abstrakta málningalist eftir Orla Stevens.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald