Innanlands

Saksunarfólk verða kallað til fundar

Sunda kommuna ætlar at brúka neyðuga tíð at fyrireika raðfestingarnar nærri

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-05-14 13:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sunda kommuna fer nú at kalla borgarar í Saksun til fundar at viðgera mótmælið, sum tey sendu móti ætlanini hjá kommununi at gera vesi, p-pláss, skelti, gøtur og annað í Saksun.

Heimasíðan hjá Sunda kommunu skrivar, at trivnaðarnevndin í kommununi mánakvøldið hevði mótmælið frá borgarunum í Saksun til viðgerðar.

Kommunan ynskir at taka mótmælið í størsta álvara, og hevur tí støðgað arbeiðinum fyribils og fer nú at taka stig til at kalla borgararnar til fundar um málið.

- Kommunan ynskir framhaldandi, í samsvar við samtykta ferðavinnupolitikkin, at skipa ferðavinnuna í Saksunar bygd, men kemur at brúka tíð til at fyrireika raðfestingarnar nærri, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder