Innanlands

Saksunartrætan: Hetta eru ætlanirnar hjá Sunda kommunu

Sunda kommuna hevur stórar ætlanir í Saksun. Umframt parkeringsøki skal vesi og gøta gerast

(Mynd: Skitsur frá Sunda kommunu)

(Mynd: Skitsur frá Sunda kommunu)

2019-05-06 16:12 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

28. juni í 2018 verður avtala undirskrivað av Heðini Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu, fíggjarleiðaran í kommununi og festarinir á økjunum, Jóhan Jógvansson og Andre Kruse. Í avtaluni eru ætlanir hjá Sunda kommunu útgreinaðar. 

Til ber at síggja avtaluna her 

Eitt nú verður skrivað, at ætlanin er at leggja 3.000 fermetrar afturat parkeringsøkinum, sum liggur á Saksunarvegi, sum er vegurin til kirkjuna. 

Treytin fyri, at kommunan kann fara í holt við ætlanina er tó býráðssamtykt og at semja fæst við Búnaðarstovuna um keyp av lendi. 

Og 28. januar í ár samtykti býráðið at keypa stóra lendi og fara undir projektering. Ætlanin er at gera parkeringspláss í bygdini, men borgarir í Saksun eru ónøgd við hesa avgerð. Í mótmælisskrivið hava tey heitt á kommununa um at steðga við ætlanini. 

Niðanfyri eru skitsur av ætlanunum hjá kommununi. Víst verður í telduposti frá kommununi á, at talan er um arbeiðsuppskot og als ikki endaligar ætlanir. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder