Innanlands

Sálarsjúka er ikki eitt val – politikkur er

Sinnisbati ynskir at sálarheilsa og psykiatriska økið verða sett høgt á dagskránni hjá politisku flokkunum og valevnunum í komandi valstríðnum

2019-07-23 17:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sinnisbati, áhugafelag teirra ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra, ynskir at sálarheilsa og psykiatriska økið verða sett høgt á dagskránni hjá politisku flokkunum og valevnunum í komandi valstríðnum.

Felagið hevur tí í eitt tíðarskeið arbeitt miðvíst við nøkrum kjarnumálum, sum felagið ynskir, at politisku flokkarnir og valevnini geva gætur í sínum valstríði. Úrslitið er ein valskrá við fimm høvuðspunktum við tilhoyrandi undirpunktum. Evnini eru: Besta hjálpin, fyribyrging, avvarðandi, viðgerðatrygd og útgreining og opinleiki um sálarsjúku og kunning.

Valskráin inniheldur mál og ynskir, sum Sinnisbati heldur hava alstóran týdning fyri góðsku, trygd og virðing á sálarheilsuøkinum.

Sinnisbati heitir á politisku flokkarnar og valevnini um at orða ein politikk innan psykiatriska økið og at arbeiða fyri batum á hesum øki í komandi setu.

Yvirskriftin á valskránni hjá Sinnisbata er “Sálarsjúka er ikki eitt val – politikkur er”.

Komandi vikurnar fer felagið at vísa á ynskini, sum eru í valskránni, á sosialu miðlunum og á heimasíðuni hjá felagnum (www.sinnisbati.fo) undir hashtagginum #sálarheilsaerikkieittval.

- Sinnisbati

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder